placeholder
Mentan

Jólatrøini í Sunda kommunu tendrað 1. og 2. desember

Eiðis Ljómfelag spælir, borgarstjórin tendrar trøini, og prestur heldur røðu

(Mynd: Sunda kommuna)

(Mynd: Sunda kommuna)

2021-11-29 19:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 1. desember og hóskvøldið 2. desember verða jólatrøini í Sunda kommunu tendrað.

Fyrsta træið verður tendrað á handilsøkinum við Norðskála mikukvøldið klokkan 18, og klokkan 20 verður træið við Gjógv tendrað.

Hóskvøldið verða trøini tendrað í Hósvík, Hvalvík, Haldarsvík og Tjørnuvík. Hetta verður klokkan ávikavíst 18, 19, 20 og 21.

Kommunan upplýsir á heimasíðuni, at Eiðis Ljómfelag spælir til øll tiltøkini. Borgarstjórin tendrar trøini, og prestur heldur røðu. Jólamenninir koma eisini við pakkum til børnini, og okkurt gott verður eisini til tey vaksnu.

Grundað á framhaldandi høgu korunusmittutølinum, verður tó ikki boðið inn til drekkamunn aftaná, men okkurt gott verður at fáa uttandura, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder