Innanlands

Jólini sungin inn í Kelduni Tollaksmessukvøld

Í Kelduni í Skálafirði syngja tey jólini inn klokkan 21

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-23 18:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú jólafriðurin spakuliga legst yvir land og fólk, eru tey í Kelduni í Skálafirði í gongd við seinastu stákanina, áðrenn jólini verða sungin inn kl. 21 í kvøld.

Sungnir verða í felag jólasangir, og eisini verða fleiri sangframførslur - alt meðan angin av holukøkum spakuliga fyllir húsið, tí aftaná verða øll boðin til drekkamunn í matstovuni. 

Hetta er 16. ferð at tiltakið verður hildið og í kvøld ber endiliga til at savnast aftur.

Tiltakið er ókeypis, men høvi verður at geva til neyðstødd í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder