Innanlands

Jon Hestoy nýggjur stjóri á Prentmiðstøðini

Partafeløgini Prentmiðstøðin og Føroyaprent gjørt samstarvsavtalu

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-02-26 17:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Prentmiðstøðin, prentsmiðjan, sum heldur til í bygninginum á Smyrilsvegi, sum Dimmalætting lat byggja í áttatiárunum, hevur í dag fingið nýggjan stjóra.

Avtala er í dag gjørd millum eigararnar og eina aðra prentsmiðju, Føroyaprent, um samstarv. Og stjórin og eigarin á Føroyaprent, Jon Hestoy, er nú eisini stjóri fyri Prentmiðstøðina.

Tað eru nú nakrar vikur síðani, at Christian Nagata gavst sum stjóri í Prentmiðstøðini. Eigarar í Pf. Prentmiðstøðini eru Spf. Sosialurin, sum eigur ein triðing, og so Pf. 2 sum í síni tíð yvirtók eigaraskapin, sum Dimmalætting átti í Prentmiðstøðini. Pf. 2 er eitt felag undir Nema, sum aftur er ein partur av Tjaldur-samtakinum.

Samstarvsavtalan millum Prentmiðstøðina og Føroyaprent verður gjørd fyri millum annað at vinna nakrar fyrimunir við samdrift.

[object Object]
Jon Hestoy (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Fyritøkurnar líkjast, so tað eru óiva økir, har vit kunnu fáa fyrimunir við samdrift. Annars kemur Prentmiðstøðin at koyra víðari á sama trygga hátt, sum hon hevur gjørt higartil. Men sjálvandi gevur tað okkara søludeild nakrar fyrimunir, at vit nú eisini kunnu bjóða rotasjónsprent sum ein part av okkara tænastu, sigur Jon Hestoy.

Jon Hestoy er ivaleysur tá spurningurin verður settur, um hvør hansara fyrsta uppgáva verður sum stjóri fyri Prentmiðstøðina.

- Tað er í mínari verð púra hol í høvdið, at ikki øll føroysku bløðini verða prentað á somu prentsmiðju. Tí verður mín fyrsta uppgáva at finna útav hví Dimmalætting og Norðlýsið hava valt at fara av landinum at fáa síni bløð prentað, og hvat skal til fyri at fáa tey aftur á Prentmiðstøðina, sigur Jon Hestoy.

Hann vísir á, at føroyska avísprentsmiðjan ikki er aftan fyri útlendskar kappingarneytar hvat tøkni, dygd og dugnaskapi viðvíkir, og vónar tí at bløðini aftur kunnu semjast um at brúka sama veitara til sínar prentuppgávur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder