Mentan

Jón Magnus í Smiðjuni

Framsýningin við umleið 30 málningum letur upp í morgin

2022-03-24 11:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jón Magnus Joensen hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn frá fríggjadegnum 25. mars til og við mikudagin 30. mars.

Myndevnini á framsýningini eru frá Tórshavn, høvuðsstaðarøkinum. Teir umleið 30 málningarnir, flestu stórir, lýsa høvuðsstaðin á ymsan hátt. Málningarnir eru litfagrir, har ljósið spælir stóran leiklut.

Jón hevur havt nógvar málningaframsýningar seinastu gott tríati árini, harav fleiri í Smiðjuni. Jón hevur málað nógv heilt frá ungum árum. Hann var á listaskúla í Danmark í 2003.

Framsýningin letur upp í morgin kl. 15.

Jón er argjamaður og býr í dag á Toftum, har hann hevur egið atelier. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder