Fyrstu virðisløn frú Vigdísar „Vigdísarverðlaunin“ eru handað einum føroyingi, skrivar íslendska aðalkonsulátið í kvøld.
Vigdís Finnbogadóttir fyllir í dag 90 ár, og í ár eru 40 ár síðan hon varð vald til forseta Íslands. Ríkisstjórn Íslands, Háskóli Íslands og Stofnun Vigdísar Finnbogadóttur hava valt at nýta hetta høvi at veita einum einstaklingi altjóðlig virðisløn í hennara navni „Vigdísarverðlaun“.
Virðislønin verður handað á hvørjum ári frá nú av, til ein sum ber av við sínum arbeiði innan mál og mentan.
Fyrsta virðisløn Vigdísar varð í kvøld handað Jonhardi Mikkelsen, fyri sítt avrik og íkast fyri at ríka og menna føroyskt mál, bæði inneftir og úteftir. Benedikt Jónsson, sendiharri og aðalkonsul Íslands í Føroyum, handaði honum virðislønina.
Jonhard hevur m.a. stýrt bókaforlagnum Sprotanum, givið út um 400 bøkur og netorðabøkurnar eru væl úr hondum greiddar við nýggjastu tøkni sum fylgja altjóðaráki. Við sínum arbeiði hevur hann stuðlað føroyska málinum og ment sum eitt livandi og sterkt mál í altjóðafelagsskapi.
- Vit á aðalkonsuláti Íslands ynskja Jonhardi hjartaliga til lukku við virðislønini, heiðurin eigur hann væl uppiborið. Vit eru errin av, at fyrsta Vigdísarvirðislønin varðð handað einum føroyingi. Tað vísir sterk bond ímillum tjóðir okkara, innan mentan, avbjóðingar og menning á ymsum økjum og serliga móðurmál okkara, skrivar aðalkonsulátið á Facebook.
Jonhard sjálvur hevur lagt takkarsíðu sína á heimasíðuna hjá Sprotanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald