Á fundi í morgun varð formaðurin í Trivnaðarnevndini valdur av nýggjum. Tað er Jónleif Johannesen, sum tekur við sessinum. Sostatt er ósemjan, sum hevur verið um nevnarsessirnar síðani Hanna Jensen gjørdist landsstýriskvinna, nú loyst.
Í gjár tók Óluva Klettskarð við sessinum sum forkvinna í Mentannarnevndini. Sum skilst var upprunaliga avtalan júst tað, sum er hent nú.
Formanssessirnir í tingnevndunum eru býttir soleiðis í nú:
Fíggjarnevndin:
Bárður á Steig Nielsen (Sambandsflokkurin)
Trivnaðarnevndin:
Jónleif Johannesen (Javnaðarflokkurin)
Landsstýrismálanevndin:
Magnus Rasmussen (Sambandsflokkurin)
Mentanarnevndin:
Óluva Klettskarð (Tjóðveldi)
Rættarnevndin:
Kristin Michelsen (Uttanflokka)
Uttanlandsnevndin:
Annita á Fríðriksmørk (Tjóðveldi)
Vinnunevndin:
Bjørt Samuelsen (Tjóðveldi)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald