Innanlands

Jónleif Johannesen er nýggjur varaskúlastjóri í Runavík

Fyrrverandi tingmaðurin hevur eisini verið fyrstilærari á Fossanesi - hann varð settur beint áðrenn, koronatilmælini gjørdu, at fólkaskúlarnir lótu aftur

Mest kendur er hann fyri sítt arbeiði í Løgtinginum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mest kendur er hann fyri sítt arbeiði í Løgtinginum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-21 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. mars fór Ingvard Lamhauge frá sum varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla. Ingvard arbeiddi har í 40 ár.

Stutt eftir varð nýggjur varaskúlastjóri settur, og tað er Jónleif Johannesen, sum hevur fingið fekk starvið. Tað skrivar rks.fo

Jónleif er dalbingur. Hann hevur lisið til lærara í Danmark og hevur verið lærari ymsastaðni. Hann hevur til fyri stuttum virkað sum fyrstilærari á Fossanesi

Mest kendur er hann frá politikki. Jonleif Johannesen hevur sitið á tingið fyri Javnaðarflokkin. Hann varð ikki valdur inn aftur við løgtingsvalið 31. august í fjør.

Jónleif byrjaði í starvinum sum varaskúlastjóri tann 9. mars, men arbeiði í skúlanum við Løkin hevur, sum í øllum øðrum skúlum kring landið, verið tarnað av koronastøðuni. Í gjár lat skúlin uppaftur fyri børn, ið ganga í 1-3 flokki.  

[object Object]Jonleif, eftir at hann varð settur tíðliga í mars (Mynd: rks.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder