Innanlands

Jónvør sett sum dygdarmennari í Nánd

Jónvør Christiansen er sjúkrarøktarfrøðingur og master í geriatriskari sjúkrarøkt – Hon byrjar í starvinum 1. apríl

2022-01-24 18:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og master í geriatriskari sjúkrarøkt, er sett sum dygdarmennari í Nánd – heimatænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Jónvør er ættað úr Leirvík og býr í Havn. Hon hevur starvast á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu í fleiri ár, harímillum sum dygdarmennari, og seinastu árini hevur hon starvast sum aðalskrivari hjá MEGD.

Jónvør byrjar í starvinum 1. apríl, og kemur hon saman við hinum starvsfólkunum í Nánd m.a. at menna tænasturnar, gera kunnandi tilfar, dagføra og íverkseta mannagongdir og menningarætlanir, og at tryggja, at fakligir standardir, leiðreglur og lógir verða fylgdar, skriva kommunurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder