Innanlands

Jørgen-Frantz í sjónvarpinum á jólum

Kringvarpið fer í tveimum sendingum um jólini at senda søguna um føroyska rithøvundin Jørgen-Frantz Jacobsen

2018-12-21 18:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kringvarpið fer í tveimum sendingum um jólini at senda søguna um føroyska rithøvundin Jørgen-Frantz Jacobsen. Hetta eru sendingar í røðini "Kendir føroyingar".

Jørgen-Frantz Jacobsen fekk syrgiliga lagnu. Longu á ungum árum fekk hann herviligu tuberklasjúkuna at dragast við. Hon legði honum sum vera man meinbogar í vegin og tarnaði framtíðarætlanum hansara. Jørgen-Frantz var ógvuliga gávuríkur maður, og var uppi í mongum vási. Hann var ein av fyrstu føroyingum, ið tók akademiskt prógv á lærdum háskúla. Hann las søgu og franskt, hugur hansara stóð eisini til gransking og politikk, hann skrivaði í danska blaðnum Politiken gløggar og virdar kronikkir um eitt nú donsk/føroysk viðurskifti, men vit kenna hann kortini best sum mannin, ið skrivaði skaldsøguna Barbara. Tað var tó ikki fyrr enn hann legðist á song av sjúku, at hann fór undir skaldsøguna. Nú byrjaði ein kapprenning við deyðan at fáa bókina lidna. Hann var næstan komin á mál við skaldsøguni, tá ið maðurin við líggjanum var eftir honum.

Jørgen-Frantz var einans 37 ára gamal, tá ið hann andaðist í mars 1938. William Heinesen greiddi bókina til prentingar fyri deyða barndómsvinmannin. Tá forlagið Gyldendal gav bókina út á heysti 1939, var hon stórliga fagnað. Barbara er framvegis millum mest lisnu skaldsøgur á donskum.

Nils Malmros gjørdi miðskeiðis í 90-unum film yvir skaldsøguna. Filmurin var í 1998 heiðraður sum ársins danski filmur. Bókin og filmurin er í stórum søgan um kvinnuna, sum Jørgen-Frantz var brennandi ásttikin í stóran part av sínum vaksna lívi. Barbara var í veruleikanum Estrid Holm, seinni gift Bannister Good. Hon veitti Jørgen-Frantzi gævustundir, men eisini sváran hjartatrega. Hon gjørdist hansara "femme fatale".

Í sendingunum verður sagt frá lívi og tilveru Jørgen-Frantz Jacobsens. Jógvan Isaksen, Bergur Rønne Moberg, Hanus Kamban, Nils Malmros, Súsanna Danielsen og onnur siga frá, vit hoyra eisini William Heinesen og Estrid Bannister Good í upptøkum frá 1974, nýggj leikbrot styðja uppundir frásøgnina, eisini verður upplestur úr forvitnisliga brævaskiftinum, sum Jørgen-Frantz hevði við eitt nú William og Estrid. Vit hoyra sjónleikaran Olaf Johannessen lesa upp úr brøvunum, sum Jørgen-Frantz skrivaði.

Suni Merkistein hevur lagt sendingarnar til rættis, Jógvan Eli Dam hevur tikið upp og klipt, og Finnur Hansen og Jón McBirnie hava ljóðblandað. 1. partur verður sendur kl. 20:00 jóladag, og 2. partur kl. 20:00 2. jóladag.

- Kringvarpið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder