Innanlands

Jørgen Niclasen vil avtaka uppboðssølu uppá 15 dagar

Andstøðan tykist øll vilja broyta fiskivinnulóggávuna beinavegin, um tey fáa valdið eftir valið. Samgongan vil arbeiða víðari við nýggju skipanini

Jørgen Niclasen vil avtaka uppboðssøluna beint eftir valið (Mynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen vil avtaka uppboðssøluna beint eftir valið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-20 21:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í kvøld hevur verið formanskjak á Skúlatrøð í Klaksvík um fiskivinnuna í sambandi við Torradagar. Tað kom lítið nýtt fram á fundinum. Núverandi samgonga vil arbeiða víðari við nýggju fiskivinnunýskipanini, meðan andstøðan vildi fara aftur til eina skipan, sum minnir meira um tað gomlu. 

Jørgen Niclasen var greiðastur av øllum. Hann fanst serliga at uppboðssøluni og segði, at samgongan fór at verða broytt beinavegin. Hann helt fyri, at tá talan var um 15 prosent, sum fór á uppboðsølu, skuldi uppboðssølan broytast uppá 15 dagar. 

Bárður Nielsen og Jógvan Skorheim løgdu báðir dent á, at menningarkvoturnar skuldu takast aftur. Jógvan Skorheim helt ikki, at neyðugt var við nýggjum aktørum, meðan Bárður Nielsen helt, at tað longu bar til at byrja í vinnuni, um ein hevði eitt nóg gott hugskot at arbeiða við. 

Miðflokkurin ikki líka svartskygdur sum andstøðan 
Bill Justinussen var umboð fyri Miðflokkin. Hann adkvøddi fyri lógini um sjófeingi hjá samgonguni og legði dent á, at skipanin skuldi sleppa at standa sína roynd. Bill Justinussen segði tó, at uppboðsølan skuldi endurskoðast og at útlendskur kapitalur skuldi verða loyvdur aftur. 

Hóast Bill Justinussen segði, at hann kundi væl arbeiða við gomlu samgonguni enn núverandi samgongu, tóktist tað ikki vera eins langt ímillum hann og samgonguna sum við hinum andstøðuflokkunum. 

Bill Justinussen segði eisini, at tað hevði ikki tænt málinum, at serliga Fólkaflokkurin og Tjóðveldi vóru farnir í hvør sína skotgrøv, og at tað tí illa bar til við einari breiðari semju. 

Blokkpolitikkur til næsta val?
Tá tað kemur til stykkis, má ein niðurstøða vera, at tað er stórur munur á andstøðu og samgongu. So stórur munur tóktist stundum vera ímillum partnarnar, at talan í veruleikanum verður um eitt val ímillum andstøðu og samgongu. 

Poul Michelsen segði, at tað ikki bar til at arbeiða við Fólkaflokkinum, sum hann helt tók undir við planbúskapi og ikki var ein liberalur flokkur. Poul Michelsen helt, at tað átti at borið til at arbeitt við Sambandsflokkinum eftir eitt val. 

Bæði Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal søgdu, at tað ikki bar til at arbeiða við andstøðuni, um semja ikki fekst á, hvussu fiskivinnupolitikkur skuldi rekast. Báðir hildu, at nýggja skipanin skuldi justerast leypandi, men at tað ikki mátti farast aftur til skipanina, sum var áðrenn. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder