- Tá ein avtala verður gjørd, so er tað soleiðis, at allir partar í avtaluni geva nakað, og allir lata nakað. Í hesi avtaluni er tað stórt sæð bara landsstýrið, sum skal lata. Henda avtalan var rein propaganda, sum varð gjørd fyri at keypa seg til fyrimunir í løgtingsvalstríðnum.
Orðini hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum vóru ikki mjúk, tá undankvinna hansara í sessinum, Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, í gjár spurdi eftir trípartaavtaluni, sum landsstýrið gjørdi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum seint í juni mánaði í fjør.
Jørgen Niclasen viðgekk, at góð ting vóru í avtaluni, eitt nú at tiltøk verða sett í verk fyri at fáa fleiri lærupláss til ung. Men hann hevði avgjørt onki jaligt at siga um sjálva avtaluna, og hvussu hon var komin í lag.
Hann kallaði hetta fyri propaganda av grovasta slag, gjørt av einum landsstýri, sum visti at tess dagar vóru taldir, og tí gav lyftir til arbeiðsmarknaðin uttan sjálvt at skula standa fyri, at avtalurnar vórðu hildnar.
- Tað ber ikki til at binda komandi landsstýri á henda hátt – og enntá uttan at spyrja ella kunna táverandi andstøðuna yvirhøvur, helt Jørgen Niclasen.
Verður ikki lagt fyri tingið
Kristina Háfoss vísti á, at lógaruppskot lógu klár hjá nýggja landsstýrinum at senda til hoyringar og leggja fyri tingið, og hon eftirlýsti tí nær nakað nýtt kundi væntast í hesum málinum.
Eftir svarinum hjá Jørgen Niclasen at døma, skal tingið ikki rokna við at síggja hesi lógaruppskot í tinginum.
- Vit hava sett fleiri ting í avtaluni í verk, eitt nú við at geva skattalætta til lærlingar, so at tað nú eru komin nógv fleiri lærupláss. Vit arbeiða støðugt við at betra hesi økir, men tað verður ikki við uppskotinum, sum liggur í hasum pakkanum, segði Jørgen Niclasen.
- Í stríð við stýrisskipanarlógina
Kristina Háfoss vísti á at eitt av fleiri lógaruppskotum, sum lógu klár at leggja fyri tingið, var ein heimildarlóg um at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegum og bygningum, tá niðurgangstíðir eru og arbeiðsloysið hækkar. Tá arbeiðsloysið hækkaði, fekk landsstýrismaðurin materiella heimild at nýta 60 milliónir krónur afturat tí játtan, ið varð játtað í árligu fíggjarlógini, til viðlíkahald av bygningum og vegum v.m.
Hesum sópaði Jørgen Niclasen av borðinum.
- Tað ber ikki til at brúka pengar, sum ikki eru heimilaðir í eini játtanarlóg. Hetta er í stríð við stýrisskipanarlógina, vísti Jørgen Niclasen á.
Eftir viðgerðina á tingi legði Kristina Háfoss hesa viðmerkingina út á Facebook:
"Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum valdi í svari sínum í dag tíverri at niðurgera avtaluna, ið gjørd er millum undanfarna landsstýrið, vinnuna og fakfeløgini - og hevði hann ongar ætlanir um, at fremja avtaluna í verki.
Vóni at onnur í landsstýrinum og samgonguni hava aðra støðu til málið, og fara at leggja trýst á fyri at fremja søguligu trípartaavtaluna í verki."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald