Innanlands

Jórunn Gudmundsen sett sum leiðari í Messuni

Sjey umsóknir vóru til starvið, og 32 ára gamla Jórunn í Sandavági byrjar í starvinum 1. apríl

2026-02-27 07:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jórunn Gudmundsen er sett sum leiðari í Messuni.

Tá Messan, sjóvinnusavn og mentanarhús í Vágum, søkti eftir leiðara herfyri, komu sjey umsóknir inn til starvið.

Jórun Gudmundsen er 32 ár og úr Sandavági.

Hon hevur eina akademiútbúgving í leiðslu á Glasir og somuleiðis eina skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting.

Hon hevur seinast starvast sum marknaðarráðgevi hjá Teima Ráðgeving og leiðari í Ungdómshúsinum í Sunda kommunu. Undan hesum hevur hon arbeitt sum móttøku- og skrivstovufólk í einum farloyvisstarvi í ALS, skrivstovufólk í Familjufyrisitingin í farloyvisstarvi, umframt at hava arbeitt sum marknaðarleiðari í RD Group í 2022-2024.

Jórunn er virkin ítróttarkvinna og hevur íðkað nærum allan ítrótt og súkklar við Team Rynkeby. Hon er eisini kend sum tónleikari og hevur útgivið fleiri stakløg.

Jórunn byrjar í starvinum sum leiðari fyri Messuna 1. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder