
Fríðrikur kongur og Mary drotning hava fýra børn - tveir prinsar og tvær prinsessur:
- Christian, 19 ár
- Isabella, 18 ár
- Tvíburðanir Vincent og Josephine, 14 ár
Av hesum er bert síðstnevda við á vitjanini í Føroyum. Hini trý hava onnur ting á skránni.
Josephine var røsk at renna til Royal Run í Keypmannahavn í gjár. Sum tað einasta av børnunum rann yngra prinsessan allar tríggjar teinarnar: One Mile, 5 kilometrar og 10 kilometrar. Hetta er samanlagt 16 kilometrar.
Josephine til Royal Run í gjár - undir liðini á tvíburðabeiggjanum Vincent og stórusystruni Isabellu (Mynd: EPA)
Í dag var hon við á flogtúrinum til Føroyar, í tyrlutúrinum til Kolturs og síðani siglitúrinum við Rescue Lív til Miðvágs.
Sí eisini: Kongshjúnini eru komin til Miðvágs (Myndir)
Josephine saman við foreldrunum í Koltri seinnapartin (Mynd: Det Danske Kongehus)
Her eru tey komin á land í Miðvági (Mynd: Sverri Egholm)
Fram til vitjanina hjá kongshjúnunum í Føroyum hevur annars einki staðið um, at onnur í familjuni skuldu við.
Josephine prinsessa stendur heldur ikki til at vera partur av almennu skránni, men hennara hátign verður eftir øllum at døma við í høvuðsstaðnum í morgin, í Suðuroynni hósdagin og á Eiði fríggjadagin.
Umborð á Dannebrog í Miðvági tíðliga í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Portalurin fylgir kongaligu vitjanini næstu dagarnar tætt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald