2019-12-12 16:22
Seinnapartin boðaði Strandferðslan frá, at Teistin, sum siglir millum Skopun og Gomlurætt, ikki siglir fyribils orsakað av einum tekniskum breki.
Í hesum sambandi siglir Jósup fyr Teistan.
Á heimasíðuni hjá Strandfaraskip Landsins, verður boðað frá, at Jósup siglir fyrsta túrin av Gomlurætt klokkan 16.30, og tekur hann tey ferðafólk við, sum hann kann.
Nærri kunning verður um 18-tíðina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald