
Sunnudagin varð ein journalistur hjá arabiska miðlinum Al Jazeera dripin í einum álopi á Gaza býi, upplýsir ísraelski herurin.
Talan er um 28 ára gamla Anas al-Sharif, sum sambært ísraelska herinum var partur av Hamas-rørsluni.
Ísraelski herurin sigur m.a., at al-Sharif hevði ábyrgdina av einum rakettálopi móti ísraelskum sivil- og herfólki, skrivar Ritzau.
Al-Sharif var í einum tjaldi, sum var ætlað journalistum uttan fyri al-Shifa sjúkrahúsið, tá hann varð raktur í álopinum, sum sambært sjúkrahússtjóranum var eitt málrættað álop.
Í minsta lagi sjey fólk lótu lív í álopinum. Millum teirra vóru tveir journalistar og trý myndafólk.
Sambært Al Jazeera hava níggju av teirra journalistum latið lív í ísraelskum álopum síðan 7. oktober 2023, tá kríggið byrjaði.
Ísrael hevur lagt Al Jazeera undir at samstarva við Hamas og fremja partískan tíðindaflutning. Tað er Katar, sum eigur og fíggjar miðilin. Katar hevur meklað í samráðingunum um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald