Innanlands

JT Electric enn einaferð metúrslit

Tað sum serliga sermerkir JT Electric er at sølan uttanfyri landoddarnar nú er 61 prosent. 17,9 milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni í fjør

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-17 15:51 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Tá øll høvdu fingið sítt, lógu 17,9 mió.kr. eftir á botnlinjuni fyri árið 2022 hjá JT Electric.

Tað sum serliga sermerkir JT Electric er at sølan uttanfyri landoddarnar nú er 61 prosent.

Í 2022 hátíðarhelt JT Electric 50 ára dagin, síðani Jóannes Thomsen stovnaði fyritøkuna í 1972.

Felagið hevur ment seg almikið síðstu árini. Frá at verað ein lokal el-innleggjara fyritøka, er fyritøkan í dag ment og vaksin til eina føroysk fyritøka sum virkar í altjóða kapping, við menning av vørum, framleiðslu og sølu og tænastu til serliga útlendsku og føroysku alivinnuna umframt til fiskivinnuna.

Av vørum, sum JT Electric hevur ment síðstu árini kann nevnast trolkamera, ljósskipanir, fóðurskipanir og kameraskipanir til alivinnuna, umframt at felagið eisini byggir fóðurskip til alivinnuna í Póllandi.

JT Electric hevur í dag munandi virksemið ígjøgnum dótturfeløg bæði í Skotlandi og í Póllandi, og er líka so nógv ein altjóða fyritøka, sum í dag kappast við útlendskar veitarar á marknaðinum.

Rakstrarroknskapurin
Roknskapurin hjá JT Electric vísur, at bruttovinningurin vaks 5 mió.kr. ella 18,6% til 32,3 mió.kr. í 2022.

[object Object]

Starvsfólkaútreiðslurnar hinvegin hava verið støðugar og vóru 14,4 mió.kr. í 2022, sum er nærum tað sama sum undanfarna árið.

Úrslit áðrenn avskrivingar, Ebitda, øktist úr 11,8 mió.kr. í 2021 til 14,3 mió.kr. í 2022. Ein vøkstur á heili 20,9 prosent. 

Fíggjarligu inntøkurnar hjá felagnum í 2022 vóru 7 mió.kr., sum er ein vøkstur á 1,5 mió.kr. Hetta eru inntøkur frá dótturfeløgum.

Ársírlitið eftir skatt gjørdist 17,9 mió.kr. í 2022, sum eru 3,5 mió.kr. ella 24,1 prosent betur enn ársúrslitið í 2021, sum var 14,4 mió.kr.

Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá JT Electric var í 2022 í alt 122,7 mió.kr., sum er ein rímuligur vøkstur í mun til 2021 tá fíggjarstøðan var 105,4 mió.kr.

Av serligum postum, sum eru øktir á ognarsíðuni í 2022 kunnu nevnast, vørugoymslurnar vð 4,5 mió.kr., vøru- og tænastuáogn við 3,4 mió.kr. og áogn frá atknýttum feløgum 8.6 mió.kr.

Eginpeningurin hjá JT Electric var við ársenda 2022 samanlagt 80,8 mió.kr. Talan er tí um eina fíggjarliga sterka fyritøku, 65,9 prosent, sum má metast at vera gott.

Langfreistaða skuldin hjá felagnum var 15,6 mió.kr. í 2022, sammett við 20,1 mió.kr. í 2021. Tískil er 4,5 mió.kr. goldnar niður uppá skuld í árinum.

Gjaldførið hjá JT Elecric var rímuligt gott í 2022 , tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 159 prosent í 2022 samanborið við 142 prosent í 2021.

Samanumtikið er tað okkara niðurstøða, at roknskapurin hjá Jóannes Thomsen P/F var stak góður fyri 2022, umframt at gongdin síðstu fimm árini somuleiðis hevur verið góð og vaksandi. Felagið er væl fyri fíggjarliga til at taka ímóti framtíðar avbjóðingum. Leiðslan metir at útlitini fyri 2023 eru góð.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 7,5 mió.kr. av sum vinningsbýti til eigararnar.

Høvuðspartaeigarin av Jóannes Thomsen P/F (JT Electric) er Skrínið Sp/f, sum er dótturfelag hjá Tjaldur P/F. Samb. Skráseting Føroya eigur Skrínið 78 prosent av Jóanes Thomsen P/F.

Stjóri í JT Electric er Suni Justinussen. Nevndarformaður er Janus Thomsen.


---

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

---

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder