Innanlands

JT electric flytur seg longur fram á altjóða pallinum

Sett 33 ára gamlan breta í starv, sum skal arbeiða við altjóða sølu

2018-10-13 13:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska fyritøkan JT electric, ið framleiðir framkommna tøkni til alivinnuna, hevur nú ætlanir um at flyta seg enn longur fram á altjóða pallinum.

Í hesum sambandi hevur fyritøkan sett 33 ára gamla bretan Greg Worley í starv. Greg, sum er giftur og búsitandi í Føroyum, skal arbeiða við altjóða sølu við tí fyri eyga at økja um virksemið hjá fyritøkuni uttanlands.

Greg Worley hevur drúgvar royndir við altjóða sølu og hevur seinastu árini arbeitt fyri finska felagið Normet/Farmi sum partur av altjóða sølutoymi teirra.

Umframt at vera ein týðandi veitari til føroysku alivinnuna, hevur JT electric seinastu tíðina arbeitt miðvíst við at vaksa um virksemið uttanlands, og fyritøkan samstarvar við alarar og veitarar úr nógvum ymiskum londum.

Í løtuni starvast 31 fólk hjá JT electric á Kambsdali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder