Juli 2024 var heitasti mánaðurin, sum Kina hevur skrásett, síðan skrásetingar byrjaðu í 1961.
Tað upplýsa kinesiskir statsmiðlar sambært tíðindastovuni AP.
Miðalhitin í juli var 23,21 stig. Gamla metið varð sett í juli 2017, har miðalhitin var 23,17 stig.
Sambært veðurfrøðingum væntast hitabylgjan at halda fram komandi vikuna í parti av landinum, og kann hitin koma uppum 40 stig m.a. í stórbýnum Shanghai.
Í røðu í ST-høvuðssætinum í New York í juli segði António Guterres, ST-aðalskrivari, at veðurlagsbroytingar elva til fleiri og fleiri hitabylgjur kring heimin, og at okkurt má gerast.
– Nógv líða undir vandamiklum umstøðum við hita yvir 50 stig, segði Guterres m.a., og legði afturat, at "jørðin verður heitari og meira vandamikil fyri øll".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald