Mentan

Julia í Kálvalíð heiðrað á norskum filmsfestivali

Føroyski filmsleikstjórin hevur júst luttikið í kappingini Pitching Forum á Norwegian Short Film Festival

Frá vinstru: Phillip J. Bartell, Julia í Kálvalíð, Johanna Pyykkö og Gabe Van Amburgh (Mynd: Martin Hammar)

Frá vinstru: Phillip J. Bartell, Julia í Kálvalíð, Johanna Pyykkö og Gabe Van Amburgh (Mynd: Martin Hammar)

2019-06-15 11:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyski filmsleikstjórin Julia í Kálvalíð hevur júst luttikið í kappingini Pitching Forum á Norwegian Short Film Festival í Grimstad.

80 filmsverkætlanir søktu um luttøku og 10 verkætlanir vórðu útvaldar til kappingina. Dómsnevndin varð so bergtikin av hugskotinum, søguni og framløguni hjá Juliu í Kálvalíð, at tey valdu at geva henni serligan heiður. Bert ein vinnari var í kappingini, so hetta kann roknast sum eitt flott 2. pláss ímillum tær 80 filmsverkætlanirnar.

Í dómsnevndini vóru millum annað leikstjórin av amerikonsku útgávuni av ungdómsrøðini SKAM og umboð frá heimskenda filmsfestivalinum SXSW. 

Tað er netverkið Screen Talent Europe, sum Klippfisk er partur av, sum skipaði fyri kappingini Pitching Forum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder