Uttanlands

Julian Assange verður latin leysur

Eftir at hava sitið innilæstur á eini sendistovu í London í sjey ár og í enskum fongsli í fimm, kann stovnarin av WikiLeaks venda aftur til føðiland sítt sum fríur maður í morgin

Julian Assange á veg umborð á flogfarið, sum skuldi føra hann til Norðraru Marianaoyggjar (Mynd: BBC)

Julian Assange á veg umborð á flogfarið, sum skuldi føra hann til Norðraru Marianaoyggjar (Mynd: BBC)

2024-06-25 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at hava sitið fimm ár í enskum fongsli sær út til, at stovnarin av WikiLeaks, avstralski Julian Assange, nú verður leyslatin. Hetta er úrslitið av eini semju við amerikanska løgmálaráðið, sum inniber, at Assange nú fer at játta seg sekan.

Hetta skrivaðu fleiri altjóða miðlar, teirra millum NBC News og Reuters í nátt.

Skjølini í semjuni vórðu latin dómstólinum í Norðraru Marianaoyggjum, eitt amerikanskt handanhavs øki í Kyrrahavi.

Roknað verður við, at Assange í morgin møtir upp her fyri at fáa ein fongsulsdóm á 62 mánaðir.

Tá hann longu hevur sitið í mangt slíkt, verður hann latin leysur, og fær møguleika fyri at venda heim til føðiland sítt, Avstralia.

[object Object](Savnsmynd)

Assange er gingin við til at játta seg sekan í einari av ákærunum, ið snýr seg um samansvørjing við ætlan um at fáa fatur í og at útgeva skjøl frá amerikanska herinum.

Í gjár fór Assange úr hátrygdarfongslinum, Belmarsh Prison í ein landsynning úr London, og settist í eitt flogfar við kós móti Saipan, høvuðsstaðnum í Norðraru Marianaoyggjum.

Eftir rættarfundin í morgin væntast hann at flúgva víðari til Avstralia.

Í eini video, sum var WikiLeaks almannakunngjørdi á X, sæst Assange, ílætin bláa skjúrtu, skriva undir eina røð av skjølum áðrenn hann fór umborð á eitt privat flogfar.

- Hetta er úrslitið av eini heimsumfatandi herferð við luttøku av grasrótarørslum, stríðsfólkum fyri miðlafrælsi, lóggevarum og leiðarum tvørtur um politisk mørk – allan vegin upp til ST, skrivar WikiLeaks.

Eitt talsfólk fyri avstralsku stjórnina upplýsir, at myndugleikarnir har stuðla Assange, men at hann ikki hevur viðmerkingar til málið í løtuni.

- Anthony Albanese, forsætisráðharri, hevur fyrr gjørt greitt, at málið hjá Assange hevur drigið ov langt út, og at tað ikki longur gevur meining at halda hann fongslaðan, skrivar avstralski miðilin ABC.

Assange er í USA skuldsettur fyri fleiri viðurskifti viðvíkjandi almannakunngerðini av fleiri hundraðtúsund loyniligum skjølum í 2010.

WikiLeaks almannakunngjørdi í 2010 loynilig skjøl í hundratúsundavís, hernaðarskjøl viðvíkjandi amerikansku kríggjunum í Irak og Afganistan.

USA metir, at Assange við sínum gerðum hevur skatt amerikansku trygdirnar og setti amerikanskar njósnarar í lívsvanda. Stuðlar hansara síggja tó málið øðrvísi.

Tey halda, at rættarfylgjanin hevur verið eitt álop á journalistiska frælsið og framsøgufrælsið.

Fleiri miðlar, mannarættindafelagsskapir og eisini avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanesi, hava mælt til, at málið verður slept.

Í apríl segði amerikanski forsetin, Joe Biden, at tey umhugsaðu at taka áheitanina úr Avstralia til eftirtektar og sleppa ákærunum móti stovnaranum av WikiLeaks.

Assange hevur síðan 2019 sitið í fongsli í London og stríðst móti hóttanini um at verða latin víðari til USA.

Undan 2019 sat Assange friðskjóli í sjey ár á sendistovuni hjá Ekvador í London. Tá friðskjólið varð strikað, varð hann handtikin, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder