Uttanlands

Julija Svyrydenko nýggjur forsætisráðharri í Ukraina

Ein meiriluti í ukrainska tjóðartinginum hevur tikið undir við, at hon avloysir Denys Sjmyhal sum forsætisráðharri í Ukraina

Julija Svyrydenko, nýggi forsætisráðharrin í Ukraina (Mynd: EPA)

Julija Svyrydenko, nýggi forsætisráðharrin í Ukraina (Mynd: EPA)

2025-07-17 16:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Julija Svyrydenko er nú nýggjur forsætisráðharri í Ukraina, eftir at ein meiriluti í ukrainska tjóðartinginum hevur tikið undir við, at hon kann avloysa Denys Sjmyhal, sum herfyri legði frá sær eftir at hava sitið í sessinum síðan mars 2020.

Sambært ukrainskum tjóðartingslimum vóru 262 av 450 atkvøðum fyri, skrivar Ritzau.

Svyrydenko hevur eisini fingið stuðul frá forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, sum herfyri boðaði frá, at hann ynskti nakrar útskiftingar í umsitingini.

Zelenskyj segði m.a., at hann saman við Svyrydenko hevur umrøtt ítøkilig tiltøk, sum skulu styrkja búskapin, víðka um stuðulstiltøk og økja um vápnaframleiðsluna í Ukraina.

Julija Svyrydenko er 39 ár og hevur síðan 2021 verið ráðharri í búskaparmálum, umframt at hon hevur verið ein av varaforsætisráðharrunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder