Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn leygardagin 14. desember klokkan 15. Umborð á jólaskipinum er Julius við vinmonnum, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.
GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamenninir bjóða karamellur, og Morgunkórið syngur á Trappuni í Vágsbotni kl. 15.30, har fólk kunnu syngja við.
Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao og Frelsunarherurin spælir.
Barnakórið, Dropar, syngur á Pavilionini kl. 16, og forvitnisligi jólamarknaðurin á Vaglinum hevur opið frá kl. 12 til 18. Smáu jólasmátturnar hava opið til kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald