Mentan

Justin Bieber vitjar Norðurlond næsta ár

Konsertir í Skanderborg, Malmö, Tróndheimi og Helsingfors – hini evropeisku londini mugu bíða til 2023

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-11-15 19:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í hesi vikuni byrjar kanadiska sangstjørnan, Justin Bieber, sína heimsumfatandi konsertferð. Nakað, sum nógvir fjepparar hava bíðað leingi eftir, meðan korona hevur herjað.

Konssertferðin byrjar við eini tykisligari – virtuellari – konsert hósdagin, sum kann upplivast á netinum, og hereftir byrja tær fysisku konsertirnar, í fyrsta umfari í Norðuramerika.

Av teimum evropeisku londunum, verða tað einans Norðurlondini Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland, sum fáa gleði av at fáa vitjan av Justin Bieber í komandi ár. Tí hann hevur bert fýra konsertir í Evropa í 2022.

Tær verða á Smukfestival í Skanderborg 3. august, á Sig Slap festivalinum í Malmö 5. august, á Leangen Travbane í Trondheimi 7. august og í Kaisaniemi Park í Helsingfors 9. august.

NRK skrivar, at tað verða seld 40.000 atgongumerki til konsertina í Tróndheimi, sum sostatt verður tann størsta nakrantíð í býnum.

Atgongumerkini til mikudagin á Smukfest í Skanderborg eru longu útseld. Atgongumerkjasølan til konsertirnar í Malmø, Tróndheimi og Helsingfors byrjar fríggjadagin.

Restin av Evropa sleppur ikki at hoyra Justin Bieber fyrr enn í 2023. Nærmast okkum er Aberdeen, har hann hevur konsert 11. februar og Glasgow har hann verður at hoyra 8. og 9. februar.

17. og 18. mars 2023 verður Justin Bieber aftur í Danmark. Tá verður hann at hoyra í Royal Arena á Amager. Atgongumerkini til tær konsertinar byrja eisini nú fríggjadagin. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder