2019-01-21 14:14
Jytta Friang er sett sum nýggjur kommunulækni í Fuglafjarðar læknadømi í læknaviðtaluni í Gøtudali.
Jytta nam sær embætisprógv innan læknafrøði frá Syddansk Universitet í 2010 og hevur seinastu 5 árini starvast sum lækni á Landssjúkrahúsinum, har hon er við at vera liðug við serlækna útbúgving í almennum medisini, skrivar Eysturkommuna.
Hon byrjar í starvinum tann 1. mai 2019, treytað av at hon tá hevur fingið løggilding sum serlækni í almennum medisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald