Jytta Friang og Sámal Jákup Sakariasson eru liðug við útbúgving sum serlæknar í almennum medisini.
Tey hava tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har tey hava verið í ymiskum læknaviðtalum runt í landinum, ávikavist í Skálafjarðar læknadømi hjá Kára Rasmussen, í Fuglajarðar læknadømi hjá Kristu Jørmundsson, í Vestmanna læknadømi hjá Djóna Joensen og í Vága læknadømi hjá Marjus Dam.
Jytta Friang hevur fingið fast starv sum kommunulækni í Fuglafjarðar læknadømi, hon tekur við starvinum í Gøtudali 1. mai og Sámal Jákup Sakarisson er byrjaður í einum vikariati í Suðurstreymoyar læknadømi í viðtaluni í Miðlon, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna, 2 av hesum verða eftir ætlan eisini lidnir í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald