Innanlands

Kaðalbrek og brek á háspenningsfelti ávirka streymveitingina til Eysturbýin í Havn

Arbeitt verður við hesum, og tað kann taka nakrar tímar afturat.

2019-12-09 10:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Streymveitingin í meginøkinum hevur verið óreglulig í morgun, men nú hava nærum øll fingið streymin aftur. Eitt háspenningsfelt í einari trafostøð við Glaðsheygg er farið, og harafturat er kaðalbrek.

Arbeitt verður við hesum, og tað kann taka nakrar tímar afturat. Hetta ávirkar fólk í Eysturbýnum, sum ikki hava streym, so leingi arbeitt verður

SEV

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder