Í Degi & Viku mánakvøldið kom fram, at Fíggjarmálaráðið vil kæra úrskurðin hjá Føroya Rætti frá fríggjadegnum 9. januar við at skjóta hann inn fyri Eystara Landsrætt. Hesin hevði við sær, at avgerðin um umval í Runavíkar kommunu hevur steðgandi virknað.
Sí eisini: Fíggjarmálaráðið kærir úrskurðin um umval
Fíggjarmálaráðið staðfestir á heimasíðu sínari í dag, at fyrireikingarnar eru í gongd, men at bíðað verður eisini eftir einum loyvi úr Danmark.
Í slíkum førum er neyðugt at fáa loyvi úr sonevnda Procesbevillingsnævnet. Sum skilst er hetta tí, at talan er um ein úrskurð og ikki beinleiðis eitt rættarmál.
Tað er ikki endaliga greitt, nær Fíggjarmálaráðið fær svar. Men tilgongdin er í gongd: At søkja Procesbevillingsnævnet um loyvi til at skjóta avgerðina frá Føroya Rætti um at geva stevningini steðgandi virknað til Eystara Landsrætt
Kann annars vera ov seint
Fíggjarmálaráðið hevur málið um hendi og staðfestir, at avgerðin um at kæra millum annað hongur saman við, at "talan er um eitt mál um brot á okkara valskipan".
- Atlitið til eina trygga og vælvirkandi valskipan, sum borgarar hava álit á, eigur at verða tikið framum møgulig atlit til kommununa og tey, sum í dag eru vald í kommunustýrið.
Eisini verður víst á, at tað kann hava keðiliga ávirkan at bíða við einum møguligum umvali:
- Um bíðast skal eftir, at Føroya Rættur fellur dóm í sivila rættarmálinum, og við møguleikanum hjá pørtunum at kæra til Landsrætt og Hægsta Rætt, so er vandi fyri at valskeiðið er runnið áðrenn umval verður, skrivar fmr.fo í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald