
Tað eru nú tólv ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út, og í morgin verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúlun 2020.
Hon er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtunifer listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.
Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd, og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvør menniskja á jørð.
Kærleikskúlan 2020 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 27. november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.
Kærleikskúlan 2020 verður avdúkað í Listasavni Føroya fríggjadagin 27. november kl. 10.00. Orsaka av koronutilmælum verður móttøkan avmarkað til 100 vitjandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald