Fyri einari tíð síðani lýsti Tórshavnar kommuna við at kaffistovan í Gundadali skuldi á nýggjar hendur. Gunnar Streymoy, leiðari í Svimjihøllini, segði tá, at kaffistovan helst skuldi á privatar hendur.
Síðani nýggjár hava tey føstu viðskiftafólkini í Gundadali undrast á at kaffistovan ikki hevur latið uppaftur. Kaffistovan er teimum kærkomin og er ein týdningarmikil partur av trivnaðinum hjá hesum, kanska serliga teimum eldru vitjandi.
Men hesi hava einki at stúra um. Gunnar Streymoy sigur fyri Portalin, at kaffistovan helst letur uppaftur um stutta tí. Men tað verður ikki svimjihøllin, sum rekur hana.
- Hon letur ikki upp frá okkara síðu. Hon varð lýst út til privata marknaðin, og mær vitandi hevur onkur tikið støðu til at hava virksemi. Har manglar bara at skrivað verður undir sáttmálan, sigur Gunnar Streymoy.
At viðskiftafólkið kanska ikki er so glað fyri, at kaffistovan er stongd hesa tíðina, skilir Gunnar væl, men sigur, at Svimjihøllin ikki fer at keypa stórt lagur inn til nýggja árið, tá tey ikki høvdu havt virksemi serliga leingi afturat.
- Tað verða nokk ikki nógvir dagar til kaffistovan letur upp aftur, sigur leiðarin í Svimjihøllini.
Gunnar Streymoy sigur at enda, at tað verða neyvan stórar broytingar gjørdar í kaffistovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald