Innanlands

Kaj Leo á vitjan á Heilbrigdinum

Bygningurin kundi verið meiri nútíðarhóskandi við fleiri einmanskømurum og enn betri plássi, sigur landsstýrismaðurin

Sjúrður Knudsen, leiðari á viðgerðarstovninum Heilbrigdi, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður (Mynd: Heilsumálaráðið)

Sjúrður Knudsen, leiðari á viðgerðarstovninum Heilbrigdi, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður (Mynd: Heilsumálaráðið)

2020-01-28 21:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðani Kaj Leo Holm Johannesen varð settur sum landsstýrismaður í heilsumálum, hevur hann vitjað teir flestu stovnarnar undir hansara málsøki. Í gjár gekk leiðin til Velbastaðar at vitja Heilbrigdi, sum er ein viðgerðarstovnur innan málsøkið, heilsumál, sum viðger rúsdrekkamisnýtarar o.o.

Sjúrður Knudsen, leiðari á viðgerðarstovninum Heilbrigdi saman við øðrum starvsfólkum kunnaðu landsstýrismannin um sjálvan bygningin og teir fysisku karmarnar. Greitt varð frá, hvørjar viðgerðir og tænastur Heilbrigdi kann bjóða borgarum, og hvussu hetta fer fram frá tí, at borgarin er innskrivaður, til hann aftur kann útskrivast. Eisini varð greitt frá, hvussu borgarin aftan á viðgerðina framhaldandi verður fylgdur við eftirviðgerð, og um ta familjuviðgerð, ið avvarðandi kunnu fáa.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann gleðist um, at okkara borgarar við rúsdrekkatrupulleikum o.ø. og familjur teirra hava góðar umstøður, tá slíkar avbjóðingar stinga seg upp. Hann frøist um, at vit eiga dugnalig starvsfólk, sum kunna lofta hesum borgarum og teirra avvarðandi, tá á stendur. Landsstýrismaðurin leggur tó afturat, at hann heldur, at bygningurin kundi verið meiri nútíðarhóskandi við fleiri einmanskømurum og enn betri plássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder