Innanlands

Kaj Leo: Einasta loysnin er diplomati

Føroyar áttu át bjóða seg fram sum politiskan meklara fyri at fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina, sigur tingmaðurin og fyrrverandi løgmaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður frá 2008 til 2015 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður frá 2008 til 2015 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-22 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyar eiga alment at bjóða seg fram sum politiskan meklara fyri at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, sum í komandi viku fer inn í sín 12. mánað.

Tað heldur fyrrverandi løgmaðurin og núverandi tinglimurin fyri Sambandsflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen.

Tann einasta loysnin er diplomati, skrivar hann í dagføring á Facebook, og leggur hann í viðmerking undir dagføringini afturat, at vit kunnu nógv meira, enn vit halda, og hava vit í Føroyum søguliga havt góð viðurskifti við bæði eystur og vestur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder