29. januar tekur løgtingsmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen aftur sæti á tingið.
Tað boðar hann sjálvur frá á Facebook.
- 29. januar 2026 er meiningin at fara aftur í løgtingið, eg má siga at eg gleði meg at møta starvsfeløgum úr øllum flokkum, skrivar løgtingsmaðurin og fyrrverandi løgmaður, á Facebook.
Tað var tann hálvan desember í 2024 at Kaj Leo Holm Johannesen fór úr tinginum.
Víðari skrivar fyrrverandi løgmaður, at hann var sera illa gongdur á høkjum.
- Tey og eg royndu alt fyri at fáa meg á føtur aftur. Immunglobulin, prednisolon, plasmafaresa, muskulstyrkin er komin aftur. Men boyggjarnir í fótliði og knæliði fáa ikki røttu refleksurnar.
At endans takkar Kaj Leo fyri alla hjálpina hann hevur fingið. Eisini frá vorharra.
Broytingar vera gjørdar inni í løgtinginum, sum hava við sær, at fólk, við rørðslutrupulleikum nú fáa møguleikan at koma at fara uppá løgtingsins røðarapall.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald