Mentan

Kaj Vágfjall hevði vinnandi uppskotið

Tórshavnar kommuna heiðraði í gjár Kaj Vágfjall, sum var ein av seks, sum átti vinnandi uppskot til hvussu konserthøllin í Tórshavnar Musikkskúla skuldi eita

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-06-26 10:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórshavnar Musikkskúli eitur framvegis Tórshavnar Musikkskúli. Men konserthøllin hevur fingið navnið Hátún. 

Í navna- og búmerkjahugskotskappingini í sambandi við nýggja musikkskúlan sendu 170 fólk uppskot inn um navn og/ella búmerki, 291 navnauppskot og 79 búmerkjauppskot. Tey flestu uppskotini vóru um nýtt navn til skúlan, men eisini vóru fleiri uppskot um at varðveita navnið Tórshavnar Musikkskúli.

Ein dómsnevnd varð sett at meta um uppskotini. Í dómsnevndini vóru: Fyri Tórshavnar Musikkskúla: Ólavur Olsen, varaleiðari, Bjarni Berg, lærari og Uni Árting, formaður í musikkskúlanevndini. Fyri Tórshavnar kommunu: Jákup Simonsen, ráðgevi, og Hanna Simonsen, málsviðgeri.

Tilmælið frá dómsnevndini til mentamálanevndina var:

- at varðveita navnið Tórshavnar Musikkskúli
- at varðveita verandi búmerki
- at konserthøllin í skúlanum fær navnið Hátún

Mentamálanevndin tók undir við tilmælinum. Sostatt varðveitir skúlin navnið Tórshavnar Musikkskúli og verandi búmerki, og stóra konserthøllin í skúlanum fær navnið Hátún, uppkallað eftir Ólavi Hátún, sála, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu. Eisini varð avgjørt, at vinningurin, ið var ætlaður til nýtt navn á skúlanum, í staðin verður latin einum teirra, sum sendu uppskot um navnið Hátún.

Lutakast var fríggjadagin 24. mai, og Annika Olsen, borgarstjóri, fann vinnaran millum tey seks, sum høvdu sent uppskot inn um navnið Hátún. Vinningurin er kr. 5.000, og vinnarin er Kai Vágfjall.

Og í gjár var Kaj Vágfjall inni á gólvinum hjá borgarstjóranum, sum handaði blómutyssi og vinning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder