Mentan

Kalush Orchestra selt Eurovision-steypið

Á uppboðssølu í Berlin í gjár varð glasmikrofonin seld fyri 900.000 dollarar til ukrainska Whitebit

Bæði eyðkendi ljósareyði hatturin hjá forsangaranum og glasmikrofonin varð seld á uppboðssølu sunnudagin (Mynd: EPA)

Bæði eyðkendi ljósareyði hatturin hjá forsangaranum og glasmikrofonin varð seld á uppboðssølu sunnudagin (Mynd: EPA)

2022-05-30 12:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið 14. mai vann ukrainski bólkurin Kalush Orchestra altjóða Eurovision-sangkappingina í Italia við sanginum "Stefania", og nú er vinnara-steypið selt á uppboðssølu.

Uppboðssølan varð hildin á stuðulskonsert í týska høvuðsstaðnum Berlin í gjár. Innkomni peningurin fer til ukrainska herin, skrivar Ritzau.

Tað var ukrainska fyritøkan Whitebit, ein platformur fyri veksling av kryptogjaldoyrum, sum keypti steypið fyri 900.000 dollarar, sum svarar til 6,2 milliónir í okkara krónum.

Síðan 2008 hava Eurovision-vinnarar fingið eitt steyp, sum hevur skap sum ein glasmikrofon. Steypið er sniðgivið av svenska Kjell Engman.

Umframt steypið, var eyðkendi ljósareyði hatturin hjá Oleg Psyuk, forsangara í Kalush Orchestra, eisini seldur á uppboðssøluni, eisini til frama fyri ukrianska herin.

Sum vinnari av Eurovision sleppur Ukraina at vera vertur fyri kappingini næsta ár, men orsakað av krígnum er ógreitt, um hetta letur seg gera, men herfyri segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at hann vónanði, at tað fór at bera til at skipa fyri kappingini í hersetta havnabýnum Mariupol.

Ber tað ikki til, verður tað tó ikki fyrstu ferð, at ein vinnandi tjóð takkar nei til at vera vertur. Seinast hetta hendi var í 1980, tá Ísrael vann kappingina tvey ár á rað og mátti geva avboð av fíggjarligum orsøkum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder