Náttina til hósdagin okkara tíð fer amerikanski varaforsetin og demokratiska forsetavalevnið Kamala Harris at gera samrøðu við amerikanska miðilin Fox News.
Miðilin, sum er kendur fyri at vera meira høgravendur, váttar hetta á síni heimasíðu.
Náttina til hósdagin fer amerikanski varaforsetin at gera samrøðu við vertin Bret Baier í Pennsylvania. Hetta verður fyrstu ferð, at hon ger samrøðu við Fox News.
Fyrrverandi amerikanski forsetin og núverandi republikanska forsetavalevnið, Donald Trump finst í dagføring á sínum egna sosiala miðli at Fox News og Bret Baier.
– Eg hevði helst viljað havt ein hvassari journalist, men Fox er vorðin so veikur og bleytur móti Demokratunum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald