Uttanlands

Kamala Harris stillar ikki upp til guvernør

Hevur ikki ætlanir um at fara eftir einum fólkavaldum embæti í nærmastu framtíð

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2025-07-31 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin og forsetavalevnið, Kamala Harris, hevur nú boðað frá, at hon ikki stillar upp til guvernørvalið í heimstatinum, Kalifornia, komandi ár.

Tað skrivar hon í eini fráboðan á X.

Í fleiri mánaðar hevur annars verið tosað um, hvat Harris nú fór at gera eftir valósigurin í november mánaði, og fleiri eygleiðarar hildu, at embætið, sum guvernørur vildi verið ein góður møguleiki hjá henni.

- Eg elski henda statin, íbúgvarnar og møguleikarnar hann hevur. Hann er heim mítt. Men eftir gjølliga umhugsan havi eg avgjørt, at eg ikki fari at stilla upp til at gerast guvernørur á komandi vali, skrivar hon.

Kamala Harris skrivar eisini, at framtíð hennara í løtuni ikki verður eitt “fólkavalt embæti”.

Kamala Harris hevur fyrr verið senatorur fyri Kalifornia. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder