
Í dag kom amerikanski tollurin á 25 prosent vørur úr Kanada og Meksiko í gildi, og sum aftursvar hevur Kanada ásett toll á 25 prosent á allar vørur, sum verða innfluttar úr USA.
Tollurin kemur í gildi umgangandi, sigur kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau.
– Har er als eingin tørvur ella orsøk til hendan tollin, sigur hann og leggur afturat, at avgerin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um at leggja toll á kanadiskar vørur var "ein sera býtt avgerð".
Grundgevingin hjá Trump fyri at leggja toll á vørur úr Kanada og Meksiko er, at hesi londini viðvirka til eina heilsukreppu og tilflytarakreppu í USA, tí at ov nógvir tilflytarar úr Meksiko koma inn í USA ólógliga, umframt at ov stórar nøgdir av pínustillandi evninum fentanyl, sum á hvørjum ári tekur lívið av túsundatals amerikanarum, koma inn á amerikanska marknaðin úr hesum londum.
Meksikanski forsetin, Claudia Sheinbaum sigur, at stjórn hennara eisini fer at reagera og seta tiltøk í verk sum aftursvar til Trump.
Hon sigur, at tollurin ikki kann rættvísgerast, og at eingin vinnur.
Sunnudagin verður avdúkað, hvørjar amerikanskar vørur verða raktar av tolli, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald