Uttanlands

Kanada umhugsar at herða vápnalóggávuna

Hendingin í Toronto sunnudagin hevur ávirkað hugburðin hjá býráðnum um sølu av hondvápnum í býnum

(Mynd: Ritzau Scanpix)

(Mynd: Ritzau Scanpix)

2018-07-25 18:11 Author image
Oda Strøm
placeholder

Aftaná ein maður skeyt 15 fólk í Toronto sunnudagin, og 2 fólk doyðu, umhugsar stjórnin í landinum at broyta vápnalóggávuna. Tað upplýsir trygdarráðharrin Ralph Goodale, eftir at býráðið í Toronto atkvøddi við stórum meiriluta fyri at banna sølu av hondvápnum í býnum. 

Sambært trygdarráðharranum umhugsaði stjórnin longu áðrenn hendingina sunnudagin at herða vápnalóggávuna, skrivar TV2. 

Løgreglan hevur funnið útav hvør 29 ára gamli maðurin er, sum skeyt frá hond sunnudagin. Sambært familju hansara var brotsmaðurin Faisal Hussain sálarsjúkur og drap seg sjálvan eftir at hava dripið eina gentu og eina kvinnu, og sært 13 onnur. 

Løgreglan vil vera við, at tað enn er ógreitt, hvar brotsmaðurin hevði fingið vápnið frá, og hvat motivið til álopið var. Islamiskur Statur hevur tó tikið ábyrgd fyri álopið.

Í ár er 26 fólk deyð í Toronto orsakað av skjótivápnum, sum er ein hækking upp á 53% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder