Ein vápnaður maður hevur um vikuskiftið dripið í minsta lagi 16 fólk nærindis býnum Portapique í kanadiska landspartinum Nova Scotia.
Drápini eru farin fram í einum tíðarskeiði á uml. 12 tímar frá seint leygarkvøldið til sunnudag fyrrapart (lokaltíð), og ein løgreglumaður er millum tey dripnu.
Brotsmaðurin, en 51 ára gamal maður, er vorðin skotin av løgregluni. Hann skeyt fólk ymsastaðni í Nova Scotia, og skal m.a. hava koyrt runt í einum løgreglubili og skotið eftir tilvildarligum fólkum. Sambært lokalum miðlum, varð maðurin ikki steðgaður fyrr enn 12 tímar eftir at fyrsta skotið var latið.
Hópskotdráp eru ikki nakað, sum kemur ofta fyri í Kanada, sum hevur eina strangari vápnalóggávu enn USA. Hendingin um vikuskiftið er, sambært Ritzau, tann ógvusligasta, síðan ein vápnaður maður drap 15 kvinnur í Montreal í 1989.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald