Uttanlands

Kanadiskur yrkjari fær bókmentavirðisløn Nobel’s

Svenska Akademiið kunngjørdi í dag hvør verður heiðraður við heimsins tignarligastu bókmentavirðisløn.

(Mynd: Pontus Lundahl/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Pontus Lundahl/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-08 14:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

76 ára gamla Anne Carson fær Bókmentaheiðursløn Nobel’s í ár.

Svenska Akademii hevur í dag kunngjørt, at heiðurin fer til kanadiska yrkjaran og rithøvundin. Saman við hriðrunum fylgja 12 milliónir svenskar krónur, svarandi til um 8 milliónir danskar.

Carson fær heiðurslønina fyri síni “djørvu og hugflogsríku verk, sum í leikandi dialogi við klassisku siðvenjuna hava skapt nýggjar formar av samtíðarbólmentum”, stendur í grundgevingini.

Hennara verk fevna um eitt bland av skaldskapi, prosa og ritgerðum og hava ofta træðrir aftur í forngrisk verk og sagnir.

Hon fæst eisini við týðing og bókmentaummæli, og hevur eisini undirvíst á ymsum lærdum háskúlum.

Carson hevur givið út síðan 1986. Seinastu fjøruti árini hevur hon givið út umleið 20 verk. Í ár kom yrkingasavnið “Wrong Norma”.

Anne Carson hevur fingið fleiri heiðrar gjøgnum tíðina. Í 2001 gjørdist hon fyrsta kvinna at fáa tignarligu bretsku T.S. Elliot-virðislønina.

Hon fær virðislønina handaða á einum hátíðarhaldi í Stockholm í desember. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder