![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
”Kandis for livet” er ein lívsjáttandi, undirhaldandi og hjartanemandi danskur filmur um ein breiðan skara av áhoyrarum, sum dyrka dansibandsorkestrið Kandis, og hava eitt heilt serstakt samband við dansk-topp sangaran Kandis-Johnny, ið gevur troystartríkar og meiningsfullar løtur.
Uttan sminku og nakað tilgjørt sleppa vit afturum fyrimyndina og idolið, Kandis-Johnny, og hitta fólk úr fjepparaskaranum.
Hóast tey ikki kennast, hava tey eitt tætt og sterkt knýti til fremsta dansiorkestrið í Norðurlondum, har Johnny av summum verður fataður sum ein Personal Jesus, ið Depeche Mode syngja um.
Filmurin bjóðar okkum inn í almennar medmenniskjansligar søgur um eydnuleysan kærleika, einsemi, at siga farvæl við tey, tú elskar og at endurfinna mista kærleikan.
Í hesum bergtakandi heimildarfilmi verður gjørt greitt, at einsamallur kann eingin kann reisa seg aftur, sum sagt verður á plakatini.
Ole Wich fer at innleiða sýningina við "Kandis for livet", har hann fer at leggja dentin á kitsch.
”Kandis for livet” verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 3. november. Sýning í Havnar Bio er almenn. Jesper Dalgaard hevur leikstjórnað “Kandis for Livet”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald