Innanlands

Kann fara at dropa nakað

Í annaðkvøld verður væntandi regn um alt landið til og við sunnunáttina, sigur veðurstovan. Næstu viku kann støðugut veður við lítlum vindi og sól væntast

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-09 14:59 Author image
Veðurstova Føroya
placeholder

Eftir at eitt hátrýst hevur ligið um okkara leiðir síðani byrjanina av hesum mánaðinum, fáa vit í Føroyum vitjan av einum brúgvalagi vestaneftir sunnunáttina. Støðan broytist tó skjótt aftur, tí eitt nýtt hátrýst fer at mennast og liggja tætt við Føroyar dagarnar, ið koma aftaná.

[object Object]Kelda: Dmi, NEA-modellið. Avfalsøkið (í grønum) sunnunáttina 11. juni kl 00 utc.

Regnið kemur vestanífrá, og seinnapartin í morgin kann tað fara at sirma í støðum. Í annaðkvøld verður væntandi regn um alt landið til og við sunnunáttina. Sunnumorgun slítur í, og sum frá líður fer tað væntandi at klárna av útnyrðingi. Meginpartin av sunnudegnum eru tískil góð líkindir fyri sól í teimum flestu støðunum í Føroyum.

[object Object]Kelda: ECMWF-modellið fyri sunnudagin, 11. juni 2023 kl 18 utc. Brúgvalagið er farið fram við okkum og fer eystureftir, ímeðan eitt hátrýst sunnan fyri Ísland mennist.

Hátrýstið, sum aftur fer at leggja seg beint sunnan fyri Ísland, fer eftirfylgjandi at hava sína ávirkan á veðrið um okkara leiðir. Vit kunnu tískil vænta okkum støðugt veður í komandi viku við lítlum vindi og sól. Tó sleppa vit ikki heilt undan skýggjum, og í støðum kann veðrið til tíðir vera támut við mjørka ella sirmi.

Jeanne Mangerel, veðurfrøðingur, Veðurstova Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder