Uttanlands

Kann gerast hægsta valluttøkan í 100 ár

Tíggju dagar eru til amerikanska forsetavalið, men longu nú hava fleiri enn 50 mió. fólk greitt atkvøðu

Fólk í Indianapolis, Indiana bíða eftir at sleppa at velja (Mynd: EPA)

Fólk í Indianapolis, Indiana bíða eftir at sleppa at velja (Mynd: EPA)

2020-10-24 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um hálvaaðra viku verður forsetaval í USA, men longu nú hava fleiri enn 50 mió. veljarar atkvøtt, vísa upplýsingar hjá felagsskapinum U.S. Elections Project.

Sambært tíðindastovuni Reuters kann valluttøkan verða tann størsta, sum USA hevur sæð í meira enn 100 ár.

Seinastu vikurnar hava fólk kunnað atkvøtt antin gjøgnum brævatkvøðu ella við at møta upp á einum serligum valstaði at velja. Fleiri statir hava eisini víðkað um møguleikan hjá fólki at velja tíðliga fyri at minka um smittuvandan, nú heimurin er mitt í einari farsótt.

Har tykist at vera stórur áhugi fyri uppgerðini millum republikanska forsetan, Donald Trump og demokratiska forsetavalevninum Joe Biden. Ein orsøk til, at so nógv fólk hava atkvøtt so tíðliga kann eisini vera, at tey ikki ynskja at seta seg sjálvan í smittuvanda við at velja á sjálvum valdegnum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur áður sagt, at nógvar brævatkvøður elva til valsvik.

Fríggjadagin høvdu 50,59 mió. fólk greitt atkvøðu. Hetta er ein triðingur av teimum uml. 150 mió. atkvøðunum, sum mann væntar at fáa inn á hesum valinum.

Á valinum í 2016, tá Donald Trump vann á Hillary Clinton, komu gott 137 mió. atkvøður inn.

Sambært Ritzau vísa veljarakanningar í løtuni, at Biden liggur frammanfyri Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder