placeholder
Innanlands

Kann vera dømdur upp til 12 ár í fongsul

Um maðurin, sum er skuldsettur fyri dráp og harðskap við deyðanum sum avleiðing, kann fáa ímillum 4 til 12 ára fongsulsrevsing, um hann verður dømdur 

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-21 13:59 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í gjár var grundlógaravhoyring av 24 ára gomlum manni, sum er skuldsettur fyri at hava tikið lívið av Mariu Fuglø Christiansen, sum druknaði í novembur mánaða í 2012 einans 16 ára gomul. Maðurin verður ikki varhaldsfongslaður í fyrstu atløgu, tí rætturin helt ikki, at hann kundi ávirka kanningararbeiðið. Ákæruvaldið hevur kært avgerðina til Eystara landsrætt.

Les eisini: Verður ikki varðhaldsfongslaður 

Men áðrenn sjálva grundlógaravhoyringin, sum var fyri lukkaðum durum, las ákæruvaldið skuldsetingarnar upp. Maðurin er skuldsettur fyri manndráp og harðskap við deyðanum sum fylgja. 

Portalurin hevur tosað við advokat, sum sigur at munurin á ákærunum er, um drápið var tilætlað ella ikki. Tað vil siga, at um maðurin verður dømdur fyri manndráp, er tað tí at rætturin metir hann at hava dripið gentuna tilætlað. Revsuramman fyri manndráp er 5 ár til lívstíð. Men advokaturin, sum Portalurin hevur tosað við sigur, at revsingin vanliga liggur um 12 ár. 

Les eisiniKunnu ikki siga meira um málið 

Um rætturin metur mannin vera sekan í harðskapi við deyðanum sum fylgja, er tað tí, at rætturin ikki metir at maðurin drap ungu gentuna tilætlað. Tað vil siga, at maðurin framdi harðskap á gentuna, ið hevði við sær at hon doyði, hóast tað ikki var ætlanin at drepa hana. Revsingin í tílíkum máli er upp til 10 ár, men liggur sambært advokatinum, sum Portalurin hevur tosað við, vanliga um 4 til 6 ár. 

Les eisini: Ákærdur fyri manndráp og harðskap sum førdi til deyðan 

Ungi maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið Mariu Fuglø Christiansen, hevur situr fongsulsdóm fyri ógvusligan harðskap, eftir at hann í 2013 stakk fýra fólk við knívi í Hvannasundi. Tað kann sambært advokatinum hava við sær, at dómurin verður nakað harðari, um rætturin metir mannin vera sekan í hesum málinum. 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder