Tað hava verið føstulávintshald ymsastaðni í gjárkvøldið og nátt, og nógv fólk hava verið í býnum.
Vakthavandi á løgreglustøðuni upplýsir, at tað hava verið nakrar ósemjur og smærri rok, har løgreglan er komin á staðið at skilja sundur og loysa støðuna. Eisini eru summi fólk dottin, tí tey hava verið ov full, og løgreglan hevur hjálpt teimum upp. Onkur er koyrdur á sjúkrahús við snuddum.
Í løtuni verður eitt harðskapsmál kannað. Talan var um tveir mans, sum fóru til hendurs, og tann eini fekk skaða í andlitið, og varð koyrdur á sjúkrahúsið. Løgreglan bíðar við at avhoyra, tí íblandaðu partarnir vóru ikki egnaðir at úttala seg.
Vakthavandi sigur eisini, at løgreglan hevur verið framvið ymsastaðni í nátt; til dømis í Sumba har tey gera nógv burturúr føstulávintshald. Har skikkaðu fólk sær væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald