2026-06-20 09:53
Í nátt beint fyri klokkan tvey fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum neysti á Langanesi á Strondum.
Neystið brann í grund, og enn veit løgreglan ikki, hvussu eldurin kyknaði, og um hann var ásettur ella ikki.
Løgreglan hevur í morgun sent ein brunaserfrøðing at kanna málið, so vónandi fæst greiðu á hesum seinni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald