Mentan

Kanna frítíðarlív hjá føroyingum

Úrslitini skulu geva vitan um tørvir og ynski hjá borgarum til verandi og framtíðar frítíðartilboð í Føroyum – 6.000 borgarar hava fingið spurnablað við postinum, og tørvur er á fleiri svarum, og tí er freistin at svara longd til 30. apríl

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2021-03-29 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvørjar tankar og ynski hevur tú um tína frítíð? Frítíðin er umleið helvtin av vaknu tilveru okkara, og tí hava øll meiningar um hana. Í løtuni verður ein stór kanning gjørd av frítíðarlívinum í Føroyum – tann fyrsta og størsta av sínum slagi. Úrslitini skulu geva vitan um tørvir og ynski hjá borgarum til verandi og framtíðar frítíðartilboð í Føroyum.

Grundarlagið undir kanningini er eitt spurnablað, sum er sent við posti til 6.000 tilvildarliga valdar borgarar. Fleiri hava svarað spurningunum um frítíðarvanar, men brúk eru fyri fleiri svarum fyri at tryggja eitt gott vitanargrundarlag. Tískil er freistin at svara longd til 30. apríl, boðar Kommunufelagið frá í tíðindaskrivi.

Kommunufelagið er millum teir stovnar og feløg, sum standa saman um kanningina. Hini eru Uttanríkis- og mentamálaráðið, fleiri einstakar kommunur, Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð, Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetrið, umframt Lokale- og Anlægsfonden í Danmark. Tað er Idrættens Analyseinstitut, ið letur kanningina gera.

Tvær aðrar spurnakanningar eru eisini í umferð í løtuni. Onnur vendir sær til børn í 4.-10. flokki. Tey fáa møguleikan at svara spurnablaðnum í skúlatíðini. Hin kanningin er send eini røð av feløgum innan mentanar- og frítíðarlív. Endamálið er at varpa ljós á umstøðurnar og grundarlagið hjá feløgunum, og eisini er ætlanin at kortleggja alt frítíðarvirksemi og ítróttarannlegg.

Freistin at svara spurnablaðnum, er sum áður nevnt, longt, so framvegis ber til hjá teimum, sum hava móttikið brævið. Partarnir handan kanningina heita á øll, sum hava móttikið spurnablaðið, um at geva sítt íkast við at svara.

– Ein so mikið umfatandi kanning av frítíðarlívinum kann veita okkum týdningarmikla vitan um tørvin og møguleikar fyri menning á økinum, sum fer at vera til gleði fyri allar føroyingar. Fyri at fáa eitt so gott eftirfarandi og brúkiligt dátugrundarlag sum gjørligt, er tað sera umráðandi, at vit fáa nógv svar, sigur Petur Mittún aðalskrivari í Ítróttasamabandi Føroya, ein av stigtakarunum.

Úrslitini av kanningini kunnu eisini veita kommunum og feløgum vitan um teirra málbólk, umframt at vísa á møguleikar fyri menning. Seinni í ár verða allir aktørar á økinum bodnir til ein temadag at umrøða víðari menning av frítíðartilboðum í Føroyum, skrivar Kommunufelagið.

Meira um kanningina kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder