
Sum vanligt er Tollaksmessukvøld, var rekkjukoyring í Vágum í gjárkvøldið. Seinastu árini hava um 200 bilar verið við í rekkjukoyringini.
Men í sambandi við rekkjukoyringina er eitt mál endað á borðinum hjá løgregluni. Ein maður skal hava givið einum øðrum manni ein upp á kjaftin í nátt undir rekkjukoyringini.
Málið er meldað, og skal nú kannast nærri. Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir í morgun, at enn eru tey innblandaðu helst ikki eru á fótum, men seinni í dag fer at bera til at kanna málið nærri.
Fólk koma úr øllum landinum at luttaka í rekkjukoryingini, sum á fyrsta sinni var í Vágum í 1998. Savnast verður við FK-handilin í Miðvági, og síðani verður koyrt runt í oynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald