Løgreglan kannar í løtuni tvey mál, sum vórðu meldað í nátt í sambandi við ovastevnu, sum hevur verið í Nólsoy hetta vikuskiftið.
Bæði málini snúgva seg um hóttanir, og í tí eina førinum er talan eisini um grovan harðskap.
Tað var um klokkan fýra í nátt, at løgreglan fekk eina fráboðan um herverk, og tá løgreglan kemur á staðið varð greitt, at ein maður eisini var blivin hóttur við vápni.
Brotsmaðurin royndi at rýma undan løgregluni, fyrst við at fara umborð á Ternuna til Havnar, men har stóðu løgreglufólk klár at taka ímóti honum, og so leyp hann á sjógv. Tað eydnaðist tó løgregluni við hjálp frá Rescue Lív at fáa hann upp.
Brotsmaðurin varð handtikin, og hann er enn í varðhaldi hjá løgregluni. Støða skal nú takast til, um hann skal grundlógaravhoyrast, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá.
Lagt verður afturat, at eingin fekk skaða í hesum málinum.
Kanna mál um grovan harðskap
Um somu tíð fekk løgreglan eisini eina fráboðan um hóttanir og grovan harðskap móti einum manni, og tað málið verður nú kannað nærri.
Órættaði hevði fingið eitt sindur av skaða í andlitið, og hevði hann tørv á læknahjálp, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan veit hvør framdi harðskapin, og hann verður skuldsettur fyri tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald