2019-03-23 12:30
Í gjár var ferðsluóhapp á Sundi, tá ein konteynari var endaður á vegnum.
Ein bilur var komin koyrandi, tá hann brádliga rendi seg í konteynarin. Bilførarin fekk akkurát vend eitt sindur til síðuna, áðrenn hann rendi í konteynaran, og ongin fólkaskaði stóðst av hendingini. Men bilurin var illa farin.
Løgreglan sigur í morgun, at talan var um ein "fjóskonteynara". Tað er ein konteynara, sum varð brúktur at hava djór í.
Les eisini: Ferðsluóhapp á Sundi
Vakthavandi boðar frá, at nú verður kannað, um fjósið var niðurbundið og fest nóg væl. Tí kann vakthavandi enn onki siga um, hvørt nakar verður ákærdur í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald